fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 7.5m/s

Leita á in.fo

 06.08.2018 (11:14)

Starv sum samskipari í Reyða Krossi Føroya

Reyði Krossur skipar á hvørjum ári fyri ymiskum verkætlanum, sum hava til endamáls at veita hjálp, bæði her í Føroyum og úti í heimi. Tí leitar Reyði Krossur Føroya nú eftir samskipara, sum ynskir at vera við til at reka og menna felagsskapin, saman við sjálvbodnum, dagliga leiðaranum og nevndini. Høvuðsuppgávurnar verða at samskipa verkætlanir, at loysa fyrisitingarligar og fyrifallandi uppgávur, bókhald og vanligar skrivstovu uppgávur. Um hetta er nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl til starv(at)redcross.fo.

 

Arbeiðsuppgávurnar verða eitt nú at:

  • Skipa fyri verkætlanum saman við sjálvbodnum og dagliga leiðaranum.
  • Samskifti t.d. svara telefonini á skrivstovuni, skriva út á heimasíðu og sosialar miðlar, og svara fyrispurningum frá sjálvbodnum.
  • Arbeiða við bókhaldi og skráseting.
  • Dagligar uppgávur innan umsiting.
  • Útvega og menna tilfar til sjálvboðin.

 

Vangamynd

Sum samskipari hjá Reyða Krossi er neyðugt, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við humaniterum hjálpararbeiði her í Føroyum, og at tú megnar at arbeiða skipað og miðvíst og undir trýsti. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir við samskipan, fyrisiting og bókhaldi. Tá Reyði Krossur er ein sjálvboðin felagsskapur, er tað ein fyrimunur, um tú fyrr hevur arbeitt við at samskipa verkætlanir, og um tú sjálv/ur hevur verið sjálvboðin. Tað er umráðandi, at tú hevur góðar málførleikar bæði á føroyskum, donskum og enskum.

 

Felagsskapur

Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur við uml. 17 mió. sjálvbodnum. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit hjálpa teimum, ið eru mest viðkvom, og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.

 

Setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu, og starvsbrøkurin er 20 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri at tímatalið verður økt. Starvið verður sett 1. septembur ella skjótast gjørligt eftir tað.

 

Umsóknarfreistin er mikudagin 22. august.

 

Meira fæst at vita við at ringja til Bárð Atlason Ísheim, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya, á tlf. 509705, ella við at skriva til bardur(at)redcross.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.