fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 12.04.2017 (07:35)

Starvsfólk og avloysarar til Verkstaðið Vón á Argjum

Er tú námsfrøðingur við skapandi evnum? Ella hevur tú skapandi evnir og sans fyri tí námsfrøðiliga?

Hevur tú hug at samstarva við onnur góð fakfólk til tess at bøta lívsgóðskuna hjá borgarum við serligum tørvi? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

 

Um starvið

Á verkstaðnum Vón á Argjum er eitt starv sum námsfrøðingur/verkstaðarassistentur á 40  tímar um vikuna, leyst at søkja. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagtímunum. Starvið verður sett 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu.

 

Eisini søkja vit eftir avloysarum, sum vit kunnu heita á í samband við sjúkrafráveru.

 

Um verkstaðið Vón

Verkstaðið Vón er ein vardur verkstaður fyri fólk, sum bera sálarlig og likamlig brek. Á Vón hava vaksin við ymiskum avbjóðingum møguleika at fáa eitt arbeiðstilboð, har framleiðslan er løgd til rættis soleiðis, at tann einstaki kann arbeiða so sjálvstøðugt sum gjørligt.

Á Verkstaðnum Vón eru áleið 45 borgarar og har starvast 12 starvsfólk við ymiskari fakligari bakgrund, eitt nú handverkarar og námsfrøðingar. Á verkstaðnum eru 4 deildir: seymideild, timburdeild, pappírsdeild og kantina.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar.

Javnvirðið er partur av gerandisdegnum og arbeiðsuppgávan er at borgarin, hvønn dag, fær ein skipaðan og mennandi dag. Vit arbeiða í høvuðsheitum við fastari framleiðslu fyri fyritøkur, umframt at vit framleiða lutir til okkara egnu sølubúð. Vit stuðla teimum borgarunum, sum megna tað, at fáa og varðveita arbeiðið á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Vit gera virkisætlanir, skjalfesta eygleiðingar og eftirmeta hesar í tøttum samstarvið við samstarvsfelagar.

 

Førleikar

Útbúgving sum námsfrøðingur ella sum handverkari (Verkstaðarassistentur). Um ongin við nevndu útbúgving søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.

 

Væntanir til umsøkjara

Vit hava tørv á einum eldhugaðum starvsfólki, við hjartanum á røttum stað, sum kann arbeiða sjálvstøðugt, dugir at læra frá sær og at finna uppgávur, ið menna borgaran.

 

Umsøkjari, sum hevur áhuga í at arbeiða í námsfrøðiligum umhvørvi, har støði verður tikið í einstaka borgaranum, tekur lut í øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan og fakligari menning, er vælkomin at søkja.

 

Somuleiðis eru vit áhugað í umsøkjara, sum er fúsur til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum, er tolin og dugir at læra frá sær. Vit vænta at umsøkjari er fakliga, sálarliga, likamliga og handaliga væl fyri og hevur KT-førleika á brúkarastøði.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 9. Starvsfólk mugu tola broytingar í starvinum og at hetta kann vera umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eind 9 - Vón”.


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27.04. 2017 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elisabeth Henriksen  eindarleiðara tlf. 297432 ella Súsonnu Clementsen leiðara á tlf. 297435

hava deilt hesa grein.