Leita á in.fo

 14.09.2018 (07:08)

Starvsfólk til Dagstovnin á Hamrinum

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin á Hamrinum eftir starvsfólkum.

VIT SÓKNAST EFTIR:

• 

2 námsfrøðingum til vøggustovu, 30 tímar, at byrja 1. oktober
2018 ella eftir nærri avtalu

 

FARLOYVISSTØRV:

• 

1 námsfrøðingi til barnagarð, 20 tímar, at byrja 1. januar 2019
ella eftir nærri avtalu til 1. september 2019, fyri námsfrøðing í
barnsburðarfarloyvi

Hjálparfólk til barnagarð, 30 tímar, at byrja 1. oktober ella eftir
nærri avtalu til 1. september 2019, fyri hjálparfólk í farloyvi


Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

VIT VÆNTA:

• 

At tú tekur stig, ert ágrýtin og nærverandi

At tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan
dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra

At tú letur títt fríska íkast til starvsfólkabólkin

 

Les meira 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.