Leita á in.fo

 09.07.2018 (15:57)

Starvsfólk til Dagstovnin við Landavegin

Tórshavnar kommuna letur upp nýggja stovu til børn, sum hava avbjóðingar av immunverjusjúkum o.l. Stovan er ein partur av øllum dagstovninum við Landavegin, men hevur góðar umstøður til serliga viðbrekin børn. Talan er um lítla eind við fáum børnum. Eins og á dagstovnaøkinum annars, verður dentur lagdur á, at børnini fáa eitt námsfrøðiliga mennandi umhvørvi. Á hesari stovuni verður áherðsla somuleiðis løgd á reinføri og heilsufremjan.

 

FØRLEIKAKRØV

Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari, heilsufakligari ella aðrari viðkomandi útbúgving og / ella royndum.


Størvini eru ávikavíst 35-35-30-20 tímar. (viðmerk tímatal í umsóknini)

Vit arbeiða útfrá endamálsorðing og námsfrøðiligari námsætlan fyri Dagstovnin við Landavegin (sí. www.landavegur.fo)

 

VIT VÆNTA AT:

Tú megnar at virka í góðum samstarvi við leiðslu, starvsfelagum,
foreldur og børn

Tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
fyri einstaka barnið

Tú er við til at menna námsfrøðiliga / heilsufrøðiliga arbeiðið á
stovninum

Tú tekur ábyrgd og hevur yvirlit

Tú mennist við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum

Tú er sjálvstøðug/-ur og kann taka avgerðir

Tú hevur telduførleikar til tekstviðgerð og myndaviðgerð

Megnar fjølbroytt arbeiðsøki inni á stovninum

Les meira 



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.