fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

 12.05.2017 (14:10)

Starvsfólk til framleiðsluna hjá Kemilux

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til eitt serligt og spennandi starv í framleiðsluni.

 

Framleiðslan hjá Kemilux framleiðir sápu og reingerðarevni til húsarhald, stovnar og virkir. Vørurnar verða seldar í Føroyum og uttanlands. Ein týdningarmikil partur av framleiðsluni er at framleiða dunkar til ymisku sápurnar og reingerðarevnini. Talan er um fleiri og ymisk snið av av dunkum í ymiskum støddum. Tað er júst her innan dunkaframleiðsluna, at tú kemur at starvast, tá tú gerst partur av okkara áhugaverdu og serligu framleiðslu.

 

Høvuðsuppgávur.

Høvuðsuppgávan veðrur at framleiða dunkar. Harumframt kemur tú eisini at hjálpa til í sápuframleiðsluni og at gera uppgávur eftir tørvi.

 

Ítøkiliga fevna arbeiðsuppgávurnar um at:

- framleiða dunkar

- skráseta framleiðsluna av dunkum

- hava eftirlit við góðskuni á dunkum

- halda gott skil á dunkagoymsluni

- skifta formar og stilla dunkamaskinuna

- viðlíkahalda dunkamaskinuna

 

Førleikakrøv.

Tað er ynskiligt, at tú t.d. er maskinsmiður ella líknandi, men hetta er ikki ein treyt. Tó er týdningarmikið, at tú hevur áhuga í teknikki. Um tær t.d. dámar væl at skrúva, og at tú eisini hevur áhuga í at skapa ordan og halda skil á, ert tú vælkomin at søkja.

 

Persónligir eginleikar.

Vit ynskja, at tú er ein fleksibul og jaligur viðspælari í gerandisdegnum, og at tú brennir fyri at fáa tað at koyra, soleiðis at vit kunnu røkka best møguligari framleiðslu. 

Tað er týdningarmikið, at tú ert ein støðugur og álítandi persónur, sum brennir fyri at arbeiða í eini serligari framleiðslu í føroyskum høpi.

 

Løn og setanartreytir.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Holgar Nielsen á tlf. 210932 ella við at senda teldupost til holgar(at)kemilux.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Kemilux: www.kemilux.fo

 

Umsókn.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til : kemilux(at)kemilux.fo. Umsóknarfreistin er hósdagin 1. juni 2017 kl. 12:00 og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

 

hava deilt hesa grein.