fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 08.01.2019 (10:28)

Starvsfólk til heilsu- og Umsorganartænastuna

Søkt verður eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum og heimahjálpum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

HEIMATÆNASTAN

Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, Eysturbýur og Vesturbýur. Umleið 170 borgarar fáa heimatænastu, og umleið 50 starvsfólk starvast her. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita heimatænastu til heimabúgvandi borgarar við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóra dent á góðsku og góða tænastu, og tí er umráðandi at tú ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.

 

SØKT VCERÐUR EFTIR:

• 
 

fýra starvsfólkum at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki 0,875
svarandi til 35 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2019

tveimum starvsfólkum til farloyvisstarv á starvsbrøki 0,875 svarandi
til 35 tímar um vikuna frá 1. februar 2019 til 31. desember 2019

tímaløntum sjúkra- og feriuavloysarum

 

Arbeitt verður í 7-8 tímar vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

FØRLEIKAR

Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, serliga innan eldraøkið, ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

hevur hóskandi arbeiðsroyndir

hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika

hevur hug at samstarva tvørfakliga

kanst ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi

kanst arbeiða sjálvstøðugt

hevur telduførleika á brúkarastigi

hevur koyrikort

 

VIT BJÓÐA
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.


SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið/ Heilsuhjálparafelag Føroya.

 

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita við at venda sær til Jóngerð Nielsen, deildarleiðara, telefon 793110, t-post: jongerdn(at)torshavn.fo

 

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 22. januar 2019. Viðmerkjast skal „Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.