Leita á in.fo

 07.12.2017 (10:09)

Starvsfólk til Kunningarstovuna í Runavík

Søkt verður eftir starvsfólki til Kunningarstovuna í Runavík. Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett 1. februar 2018 ella eftir nærri avtalu.  

 

Runavíkar Kommuna yvirtekur 1. januar 2018 Kunningarstovuna í Runavík og Visit Runavík verður sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu, skapa mentanarligar upplivingar í økinum og veita góða tænastu. 

 

Kunningarstovan er mannað við einum leiðara og tveimum starvsfólkum. Starvið á Kunningarstovuni er spennandi og fjølbroytt og er í tøttum samstarvi við aðrar deildir og stovnar í kommununi, umframt við vinnulívið og áhugafeløg. 

 

Uppgávurnar fevna m.a. um: 

• At veita vitjandi góða ráðgeving og tænastu

• At marknaðarføra Visit Runavík á talgildum miðlum

• Vanliga skrivstovuavgreiðslu

• Ábyrgd av bookingskipanini 

• At samstarva við toymi og mentanardeildina um tiltøk

• At vera við til at røkja heimasíður og aðrar skipanir

• At orða stuttar kunnandi tekstir 

 

Førleikakrøv  

• Vit søkja eftir einum fólki, sum hevur áhuga fyri ferðavinnu og mentan. 

• Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur og tænastasinnað/ur

• Vit vænta, at tú hevur hollan málkunnleika; serstakliga í føroyskum, enskum og skandinaviskum máli.

• Tað er umráðandi, at tú dugir at væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góðar telduførleikar, dugir væl at samskifta og     hevur góð samstarvsevni. 

• Roknskaparligt innlit  

 

Setanarviðurskifti  

• Talan er um hálvtíðarstarv. Starvsstaðurin er á Kunningarstovuni, Saltangará, Heiðavegur 26.     

• Byrjanardagurin er 1. februar 2018, ella eftir avtalu. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru royndartíð.

• Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum. 

 

Freist v.m. 

• Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Marjuna Niclasen, leiðara, tel 237060 ella at skriva                    til marjun(at)runavik.fo, viðmerk “ Starvfólk til Kunningarstovuna”.

• Søk starvið á www.runavik.fo /Leys størv

• Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta 30. des 2017. 

 

Hesi talgildu skjøl vera viðfest umsóknini (pdf e.t.): 

• Umsókn

• CV

• prógv

• mynd

• møgulig onnur viðkomandi skjøl sum viðmæli o.t. 

 

http://runavik.fo/leys-storv/?menuid=11527  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.