Leita á in.fo

 06.10.2017 (09:56)

Starvsfólk til Rúsdrekkasøluna á Sandi

Hevur tú eitt fyrikomandi lyndi, góð samstarvsevni og hug at arbeiða við kundum, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

 

Tú kanst gerast partur av handilstoymi okkara og fáa møguleika at luttaka í skeiðum og tiltøkum, har tú kanst menna teg og kunna teg um vørur okkara.

 

Sum handilsfólk á Rúsdrekkasøluni skalt tú ráðgeva og selja, samstundis sum tú fert at hjálpa til við dagliga arbeiðinum í handli okkara. Tað er ein fyrimunur, um tú fyrr hevur arbeitt við og ráðgivið um vørur okkara, og at tú dugir og ert von/vanur við at arbeiða við teldu. Eisini er tað ein fyrimunur, at tú ert forvitin eftir at ogna tær nýggja vitan innan vørurnar.

 

Arbeiðstíðin fyri starvið er 13 tímar um vikuna og má væntast at vera, tá handlilin er opin.
 

Arbeiðsstaðurin eitur handlarnir hjá Rúsdrekkasøluni, men er í fyrsta umfari burturav á Sandi

 

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Umsókn tín skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. oktober 2017 og skal sendast við telduposti til kmj(at)rusan.fo 

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ronnie Davidsen handilsleiðara á ronnie(at)rusan.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.