Leita á in.fo

 05.07.2018 (10:22)

Starvsfólk til Sambýlið í Blikagøtu í Runavík

Almannaverkið sóknast eftir námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum til Sambýlið í Blikagøtu í Runavík. Vit ynskja umsøkjarar, sum kunnu vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri, at borgararnir fáa neyðugan stuðul og umsorgan. Vit virðismeta ymisleikar og stuðla borgarunum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva, og ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum. Javnvirðið er partur av gerandisdegnum, og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan og mennandi dag.

 

Um størvini

Søkt verður eftir námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum til:

 

  • 1 starv á 40 tímar um vikuna
  • 3 størv á 30 tímar um vikuna
  • 1 starv á 27,5 tímar um vikuna

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld- og náttarvakt og triðja hvørt vikuskifti.

 

Øll størvini verða sett 15.08.2018 ella eftir nærri avtalu.

 

Væntanir til umsøkjarar

Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan.

Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við fólki og hevur hug at vera um og betra um gerandisdagin hjá fólki við menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur.

 

Førleikar

Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari. Um ov fá við nevndu útbúgvingum søkja kann hjálparfólk verða sett í fyribils starv.

 

Um eind 2 í Trivnaðardeplinum

Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum.

Tænasturnar umfata, bústaðir, dag- og frítíðartilboð, umlætting og stuðul.

Til eind 2 hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, Búfelagsskapurin á Blikagøtu, Dag- og Umlættingarstovnurin Mýrusóljan, tvey stuðulstoymi og fleiri stuðulsfyriskipanir.

Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og  leggja dent á góðan trivnað,  gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella annað fakfelag við samráðingarrætti innan fyri økið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m., skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Blikagøta”. Meira kunning um Sambýlið á Blikagøtu kann lesast her

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20.07.2018 kl. 12.00.

 

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara á tlf. 297376 ella til Joan K. Olsen, leiðara á tlf. 297685. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.