fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 5.3m/s

Leita á in.fo

 08.02.2018 (11:42)

Starvsfólk til Sambýlið í Sørvági, til Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági og til Frítíðartilboðið í Vágum

Sambýlið í Sørvági er eitt sambýli fyri fólk við ymiskum avbjóðingum, har fimm borgarar búgva. Somuleiðis búgva fimm borgarar í Sambýlinum á Traðarvegi í Sandavági, sum er eitt sambýli fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. Frítíðartilboðið í Vágum er stovnur fyri børn við menningartarni.

 

Um størvini

Sambýlið í Sørvági

·         Eitt fast starv á fulla tíð at byrja 01.04.2018, ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

 

Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági

·         Eitt fast starv á fulla tíð at byrja 01.04.2018, ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

 

Frítíðartilboðið í Vágum

·         Tvey føst størv. 1 starv á fulla tíð og 1 starv í brøki 0,8. Byrjað verður 01.04.2018, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar og í høvuðsheitum í dagtímum. Starvsstaðurin er í Miðvági.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at skipa innihaldið í gerandisdegnum hjá teimum sum búgva í sambýlunum og at stuðla og stimbra tey í at fáa gerandisdagin at virka. Uppgávan er at arbeiða eftir virkisætlanum, viðgerðarætlanum og mannagongdum, sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum á sambýlunum. Harumframt er uppgávan at virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðnum. Ein partur av arbeiðinum er somuleiðis at veita stuðul til heimabúgvandi persónar.

 

Arbeiðsuppgávurnar í Frítíðartilboðnum fevna um at menna førleikarnar hjá børnum. Hetta verður gjørt við at arbeiða eftir námsfrøðiligum leisti og at skipa fyri mennandi aktivitetum o.a. Starvið fer somuleiðis at umfata stuðulsuppgávur til heimabúgvandi persónar, sum hava samansettar trupulleikar.

 

Væntanir

Væntað verður, at fylgt verður eftir virkisætlanum, viðgerðarætlanum og mannagongdum sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum á sambýlunum. Harumframt verður væntað,  at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðnum.

Væntað verður, at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.

Eisini verður væntað, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt og  ert sálarliga og likamliga væl fyri.

 

Førleikakrøv

Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergoterapeutur ella fysioterapeutur. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri og autismuøkið. Um ikki nóg nógv við útbúgving søkja, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki. Koyrikort til bil er ein treyt.

 

Trivnaðardepilin – Eind 4

Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu. Alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágunum hoyrir undir Eind 4.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardepilinum – Eind 4. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn, Viðmerkjast skal. “Umsókn Eind 4 – Sambýlið í Sørvági, Sambýlið á Traðarvegi og Frítíðartilboðið í Vágum”

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 22.02.2018 kl.12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.