Leita á in.fo

 06.07.2018 (07:45)

Starvsfólk til stuðulsfyriskipan í Eysturoy – Eind 2

Almannaverkið sóknast eftir einum starvsfólki til stuðulsfyriskipan í Eysturoy 20 tímar um vikuna til barn við rørslutarni. Vit søkja starvsfólk, sum vil vera við til at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri borgaran.

 

Arbeiðsuppgávan

Arbeiðsuppgávan er at menna og stimbra borgaran. Vit leggja dent á at arbeiða við støði í møguleikum heldur enn forðingum.

 

Um starvið

Talan er um starv á 20 tímar um vikuna. Arbeitt verður gerandisdagar aftaná skúlatíð.

Starvið verður sett við skúlabyrjan eftir summarferiuna í august 2018.

 

Væntanir til umsøkjara

Væntað verður, at umsøkjarar hava áhuga fyri serøkinum. Vit vænta eldhugaðar umsøkjarar, sum hava eina jaliga menniskjafatan. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur.

 

Førleikar

Tú, sum kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur dirvi at taka ábyrgd, ert vælkomin at søkja. Somuleiðis er neyðugt at hava koyrikort til bil og vanligar KT-førleikar.

 

Um eind 2 í Trivnaðardeplinum

Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum.

Tænasturnar umfata, bústaðir, dag- og frítíðartilboð, umlætting og stuðul.

Til eind 2 hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, Búfelagsskapurin á Blikagøtu, Dag- og Umlættingarstovnurin Mýrusóljan, tvey stuðulstoymi og fleiri stuðulsfyriskipanir.

 

Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og  leggja dent á góðan trivnað,  gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Stuðulsfyriskipan í eind 2.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25.07.2018 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara á tlf. 297376 ella til Joan K. Olsen, leiðara á tlf. 297685. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.