fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 15.05.2018 (15:33)

Starvsfólk til Teletøkni

Droymir tú um eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú er við til menna og viðlíkahalda heimsklassanetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær við leita eftir.

 

Teletøkni hevur millum annað ábyrgd av 4G-netinum, sum byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti. Arbeiðið á deildini fevnir um nýuppsetan, rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði fartelefoni, farbreiðband og Nettalu (VoIP). Í løtuni starvast 8 fólk á Teletøkni.

 

Starvsinnihald

Starvið gevur tær góðar møguleikar fyri at arbeiða við nýggjastu samskiftistøknini, sum er í støðugari menning, og tú fær nógvar spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

 

Tú kemur at arbeiða við menning av farbreiðbandinum og Nettalu, umframt at luttaka í dagliga rakstrinum á deildini. Har afturat fær tú ábyrgd av at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú er verkfrøðingur, teldufrøðingur ella líknandi, ið er viðkomandi fyri starvið.

 

Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd. Tú hevur góðar samstarvsførleikar og kanst luttaka aktivt í verkætlanararbeiði. Tú er tænastusinnað/ur og dugir at samskifta og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við einum ella fleiri av fylgjandi

  • Farneti
  • VoIP
  • Verkætlanarleiðslu
  • Netverk og trygd
  • Linux/Unix/Windows
  • Virtuellum skipanum
  • Programmering

 

Starvs- og lønarviðurskifti 

Starvsstað er í høvðussætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, og lønin er sambært viðkomandi sáttmála.

Starvið verður sett pr. 1. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

 

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og avrit av viðkomandi skjølum skulu verða Føroya Tele í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. juni 2018 og skulu sendast tiumsokn(at)ft.fo ella til

Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postboks 27
FO-110 Tórshavn 

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Jensen, deildarleiðara, á telefon 24 35 34 ella á teldupost erj(at)ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á telefon 30 30 30.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.