Leita á in.fo

 06.07.2018 (11:32)

Starvsfólk til Teletøkni

Droymir tú um eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú er við til menna og viðlíkahalda heimsklassanetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær við leita eftir.

 

 

Teletøkni hevur millum annað ábyrgd av 4G-netinum, sum byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti. Arbeiðið á deildini fevnir um nýuppsetan, rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði fartelefoni, farbreiðband og Nettalu (VoIP). Í løtuni starvast 8 fólk á Teletøkni.

 

 

Starvsinnihald

Starvið gevur tær góðar møguleikar fyri at arbeiða við nýggjastu samskiftistøknini, sum er í støðugari menning, og tú fær nógvar spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

 

 

Tú kemur at arbeiða við menning av farbreiðbandinum og Nettalu, umframt at luttaka í dagliga rakstrinum á deildini. Har afturat fær tú ábyrgd av at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning.

 

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú er verkfrøðingur, teldufrøðingur ella líknandi, ið er viðkomandi fyri starvið.

 

Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd. Tú hevur góðar samstarvsførleikar og kanst luttaka aktivt í verkætlanararbeiði. Tú er tænastusinnað/ur og dugir at samskifta og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við einum ella fleiri av fylgjandi

·         Farneti

·         VoIP

·         Verkætlanarleiðslu

·         Netverk og trygd

·         Linux/Unix/Windows

·         Virtuellum skipanum

·         Programmering

 

Starvs- og lønarviðurskifti 

Á Føroya Tele fært tú eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv, har pláss er fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at arbeiða í einum framfúsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

 

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Løn er sambært viðkomandi sáttmála.

 

 

Umsókn, freist og samband

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. august og skulu sendast inn talgilt umvegis hesa leinkju https://starv.ft.fo/Application/Index/6.

 

 

Hevur tú spurningar um starvið, er tú  vælkomin at seta teg í samband við Erland Jensen, deildarleiðar, á telefon 243534 ella t-post erj(at)ft.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.