fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

 10.05.2017 (09:29)

Starvsfólk til Teletøkni

Droymir tú um eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú er við til menna og viðlíkahalda heimsklassanetið hjá Føroya Tele? So er tað kanska tær við leita eftir til eitt tíðaravmarkað starv á Teletøkni.

Teletøkni hevur millum annað ábyrgd av 4G-netinum, sum byggir á nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti. Arbeiðið á deildini fevnir um nýuppsetan, rakstur og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði innan bæði fartelefoni, farbreiðband og Nettalu (VoIP).

Starvsinnihald

Tú kemur at arbeiða við víðarimenning av farbreiðbandinum og Nettalu, umframt at luttaka í dagliga rakstrinum á deildini. Har afturat fær tú ábyrgd av at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning.

Starvið gevur tær góðar møguleikar fyri at arbeiða við nýggjastu samskiftistøknini, sum er í støðugari menning, og tú fær nógvar spennandi avbjóðingar í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú er verkfrøðingur, teldufrøðingur ella líknandi, ið er viðkomandi fyri starvið.

 

Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka ábyrgd. Tú hevur góðar samstarvseginleikar og kanst luttaka aktivt í verkætlanararbeiði. Tú er tænastusinnað/ur og kann samskifta og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við einum ella fleiri av fylgjandi

  • Verkætlanarleiðslu
  • Netverk og trygd
  • Linux/Unix/Windows
  • Virtuellum skipanum
  • Programmering og design
  • Farneti
  • VoIP

Starvs- og lønarviðurskifti 

Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Starvsstað er Gl. Klingra við høvuðssæti hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað fram til 31. juli 2018. 

 

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2017 kl. 12.00, og skulu sendast tiumsokn(at)ft.fo ella til

Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postboks 27
FO-110 Tórshavn 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Jensen, deildarleiðara, á telefon 24 35 34 ella á teldupost erj(at)ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á telefon 30 30 30.

hava deilt hesa grein.