Leita á in.fo

 09.02.2018 (09:08)

Starvsfólk til Tórshavnar Privata Vistarheim.

Á Vistarheiminum eru tvey størv leys at søkja til setan skjótast til ber. Til bæði størvini verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsurøktarum ella øðrum við røktarfakligari útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan økið.

 

Tað eina starvið er eitt fast starv, hitt er eitt barnsburðarfarloyvisstarv fram til 1. mars 2019. Fyri bæði størvini er galdandi at setanarbrøkurin er 0,8 t.e. 32 tímar í miðal um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðið er í skiftandi vaktum, dag- kvøld- og náttarvaktir.

 

Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við sálarligum sjúkum.

 

Vit arbeiða miljøterapeutiskt. Vit arbeiða við at menna og stimbra, og við at skipa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri búfólkini.

 

Vit vænta, at tú hevur áhuga at arbeiða innan psykiatriska øki, at tú hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul og tolin av lyndi.

 

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag ella Heilsurøktarafelagið.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Asbjørg Jacobsen leiðara, telefon 213381.

 

Umsóknir við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til Tórshavnar Privata Vistarheim, Argjavegur 26A, 160 Argir.

 

Umsóknarfreistin er 23. februar 2018 kl 12.00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.