fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

 20.03.2017 (13:00)

Stjóri til Føroya Landsbókasavn

Vit sóknast eftir einum framskygdum og dugnaligum stjóra til Føroya Landsbókasavn.

 

Starvið

Nú Føroya Landsbókasavn aftur verður skipað sum sjálvstøðugur stovnur, verður lýst eftir stjóra, hvørs formliga heiti sambært lóg enn er landsbókavørður.

 

Høvuðsuppgávur

Høvuðsuppgávan hjá stjóranum er at menna Føroya landsbókasavn til eitt viðkomandi og spennandi bókasavn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking, vitan og fragd.

 

Stjórin á Føroya Landsbókasavni skal standa á odda fyri og varða av virksemi, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og  myndugleikauppgávum.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá Landsbókasavninum eru hesar:

·         at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir og alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar     og av føroyingum,

·         at hava handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar og handritum, ið annars lýsa føroyska       bókmentasøgu, mentan og siðsøgu,

·         at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni,

·         at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni,

·         at veita vísindabókasavnstænastu,

·         at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum,

·         at veita granskarum og almenningi ráðgeving og savnstænastur,

·         at inna gransking í tilknýti til savnindi,

·         at hava eftirlit við fólkabókasøvnunum, og

·         at hava ljóðbókastovu og menna ljóðbókatænastuna.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava hægri akademiska útbúgving frá lærdum háskúla, eitt nú cand.scient.bibl., master ella kandidatútbúgving innan informationsvísindi ella aðra viðkomandi útbúgving. 

 

Umsøkjarar eiga at hava viðkomandi leiðsluútbúgving ella hollar royndir í at leiða. Tað er ein fyrimunur at hava vitan og arbeiðsroyndir á bókasavnsøkinum.

 

Persónlig førleikakrøv

Umráðandi er, at tann sum verður settur:

·         hevur góð leiðslu- og samstarvsevni umframt mennandi leiðslustíl,

·         dugir at seta greið mál og at skapa úrslit,

·         er ágrýtin og tænastuhugaður,

·         dugir at skipa og røkja samband og at samstarva við aðrar viðkomandi myndugleikar og áhugapartar,

·         er til reiðar at taka truplar avgerðir,

·         er til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar, og

·         er opin og útvendur í sínum virksemi.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður lønt í 37. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%.

 

 

Setanarøkið er Mentamálaráðið, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Tænastustaðurin í løtuni er Føroya Landsbókasavn.

 

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110 Tórshavn

Ella: mmr(at)mmr.fo

 

Umsóknir skul vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. apríl 2017. Starvið verður sett skjótast til ber.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra, tel.:555010; ella Martin Næs, deildarstjóra, tel.: 555040.

 

Føroya Landsbókasavn er tjóðbókasavn føroyinga og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu og er ISBN skrivstova. Á Landsbókasavninum, á J.C. Svabosgøtu 16, starvast 18 fólk.

hava deilt hesa grein.