Leita á in.fo

 11.09.2018 (14:24)

Strandfaraskip Landsins søkir 2. stýrimann til Teistan

Søkt verður eftir einum 2. stýrimanni til Strandfaraskip Landsins at seta í starv 1.november 2018.

Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum, men  kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Teistanum er farleiðin Gamlarætt-Hest-Skopun.

Arbeiðstíðin umborð á Teistanum er 11 dagar umborð og 10 frí.

Umstøður eru at búgva umborð.

 

Starvið fevnir um

2. stýrimaður skal vera við til at tryggja at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg umborð. Veita skipsleiðsluni ein skilagóðan dagligan rakstur, har allar lógir og reglur á økinum verða fylgdar.

Aðrar høvuðsuppgávur hjá 2. stýrimanni eru m.a.:

  • At trygdin umborð er í samsvari við altjóða krøv.
  • Tryggja, at skipið verður lastað í samsvari við altjóða krøv.
  • Tryggja at arbeiðsgongdir eru í tráð við ásetingar frá skipara og fyritøku.
  • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin umborð.
  • Verða við til, at seta upp mannagongdir fyri viðlíkahald arbeiðið og dokking
  • Hava eftirlit við dekksútbúnaði.

 

Førleikakrøv

  • STCW áteknað vinnubræv sum skipari  ella stýrimaður á 3. stig við handilsskipum
  • Heilsuváttan, (bláubók) fyri sjófólk  
  • Fult Trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
  • Førleikaprógv við ferðamannaskipum
  • ARPA
  • BRM
  • Skeið í rýmingarskipan (MES)
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Bátaføraraskeið
  • §16 skeið

 

Onnur viðkomandi krøv

Í mun til málførleika, skal kunna samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum.

Teldukunnleika, í mun til  teldupostar, Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Starvið er lønt við lønarbrøkinum 0,958 í lønarflokki 1.

Byrjunarlønin er kr. 29.982,16 og endalønin er kr. 32.396,71.

 

Umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á t-post eyj(at)ssl.fo ella til Strandfaraskip Landsins, Sjógøta 5, Postrúm 30, FO-800 Tvøroyri. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. september 2018.

 

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, á t-post rok(at)ssl.fo ella tlf. nr. +298 293044.

 

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs uppgáva er at loysa landsins innanlands fólka- og farmaflutning. SSL umsitur 26 farleiðir, harav 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hava vit 7 ferjur og 40 bussar. Ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri. Í 2017 ferðaðust yvir 1,2 mio. ferðandi við SSL, harav umleið 650.000 brúktu ferjurnar hjá Oyggjaleiðum og áleiðis 550.000 nýttu bussarnar hjá Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hava vit umleið 160 starvsfólk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.