Leita á in.fo

 11.09.2018 (14:32)

Strandfaraskip Landsins søkir maskinstjóra til Sam

Søkt verður eftir einum maskinstjóra til Strandfaraskip Landsins at seta í starv frá 1. oktober  2018.

Viðkomandi skal byrja umborð á M/F “Sam”, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

 

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á.

Dagliga farleiðin er Klaksvík-Syðradalur-Klaksvík.

Arbeiðsætlanin er ein 1:1 skipan, ein vika umborð og ein vika frí.  

 

Starvið fevnir um

Maskinstjórin skal vera við til at tryggja, at maskinaríið er í so góðum standi at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg, og annars veita leiðsluni ein skilagóðan rakstur.

Maskinstjórin skal eisini tryggja, at allar lógir og reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðsgongdin er í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni.

Aðrar høvuðsuppgávur hjá maskinstjóranum eru m.a.:

  • Tryggja ein støðugan rakstur av skipinum.
  • Hava eftirlit við maskinrúminum.
  • Ábyrgdina fyri maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð.
  • Fremja og seta upp viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan og harvið tryggja at alt er í góðum standi.
  • Tryggja at arbeiðsgongdir eru í tráð við álagdar ásetingar.
  • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á maskinarínum.
  • Gera ætlanir fyri viðlíkahaldsarbeiði og dokking.
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

 

Førleikakrøv:

  • Í minsta lagi STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi.
  • Heilsuváttan, (bláubók) fyri sjófólk  
  • Førleikaprógv við ferðamannaskipum
  • Fult Trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
  • Engine Resourse Management – ERM-skeið
  • §16-skeið

 

 

Onnur viðkomandi krøv

  • Maskinstjórin skal hava málkunnleika til at kunna samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum.
  • Maskinstjórin skal hava teldukunnleika á brúkarastøði í Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Starvið er lønt við lønarbrøkinum 1,00 í lønarflokki 2.

Byrjunarlønin er kr. 29.751,85 og endalønin er kr. 32.408,28

 

Umsóknir

Umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á t-post eyj(at)ssl.fo ella til Strandfaraskip Landsins, Sjógøta 5, Postrúm 30, FO-800 Tvøroyri. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. september 2018.

 

 

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, á t-post rok(at)ssl.fo ella tlf. nr. +298 293044.

 

Um strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mio. Ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 550.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.