Leita á in.fo

 31.07.2018 (08:55)

Strandfaraskip Landsins søkir skrivstovunæming

Ert tú áhugað/ur í at gerast skrivstovunæmingur í umsitingini hjá Strandfaraskipum Landsins(SSL) á Tvøroyri, so er tað tær vit hava brúk fyri. Lærutíðin byrjar 15. september 2018.

 

Starvsøkið og uppgávur

SSL bjóðar eina fjølbroytta lærutíð innan skrivstovuyrkið við sergrein í almennari fyrisiting, har tú fær spennandi arbeiðsuppgávur, ávirkan á egnan arbeiðsdag og møguleika fyri at taka ábyrgd av egnari læring og fakligari menning.

Við serligum denti á umsiting innan starvsfólkaøkið, hevur tú fyrst og fremst uppgávur á starvsfólkadeildini, har tú fært innlit og vitan um øll tey grundleggjandi øki, ið deildin umsitur og sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina.

Harumframt hevur tú eisini møguleika fyri at fáa innlit í uppgávur hjá øðrum deildum hjá SSL, so sum: Sjó-, Samferðslu-, KT- og Fíggjardeildina og soleiðis tryggja tær eina breiða og tvørfakliga vitan um Strandfaraskip Landsins sum landsfyritøku.

 

Tínar høvuðsuppgávur eru

  • røkja fyrisitingarligar uppgávur innan starvsetanir og starvsfólkamenning
  • dagføra starvsfólkaskipanina, ymisk yvirlit o.a.
  • greiða úr hondum setanarskriv o.a.
  • samskipa ymisk tiltøk, verkætlanir og skeiðvirksemi

Aðrar uppgávur eru journalarbeiði, telefonmóttøka og ymiskar fyrifallandi uppgávur á deildini.

 

Vit ynskja at tú

  • hevur áhuga fyri almennari fyrisiting innan starvsfólkaøkið og hevur hug at menna teg bæði fakliga og persónliga
  • hevur hegni at arbeiða sjálvstøðugt eins væl í toymi og ert skipað/ur
  • hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, álítandi, jalig/-ur og tænastusinnað/-ur
  • trívist við broytingum og sær týdningin av nýhugsan og at vera broytingarsinnað/ur
  • hevur góðan telduførleika og góðar málsligar/skriftligar førleikar

Fyrimunur at hava viðkomandi yrkisroyndir.

 

Útbúgvingar krav

Vit vænta at tú hevur hevur miðnám ella líknandi prógv. Longdin á lærutíðini er tengd at, hvørjar útbúgvingar tú hevur frammanundan.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum og møguligum viðmæli verða at senda til Eyðhild Jacobsen,

leiðsluskrivara á t-post eyj(at)ssl.fo ella til Strandfaraskip Landsins, Sjógøta 5, Postrúm 30

FO-800 Tvøroyri. Viðmerkjast skal “Skrivstovunæmingur”.

 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdag 23.august 2018.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elin Jacobsen, starvsfólkaleiðara á t-post elj(at)ssl.fo 

 

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) er ein landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 umleið 1,2 mio.

ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar hjá Oyggjaleiðum og á leið 550.000 nýttu bussarnar hjá Bygdaleiðum.

Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.