Skip to main content

Stuðul til film

Nú ber til at søkja um stuðul til filmsverkætlanir

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film í 2016. 

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. 

Stuðulin kann verða játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg. 

 

 Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarblað við vegleiðing er at finna á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo ella kann fáast við at venda sær til: 

 

Mentamálaráðið 

Hoyvíksvegur 72 

Postrúm 3279 - 110 Tórshavn 

Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55 

e-postur.: [email protected] 

 

 

Freistin at søkja er 1. februar 2016 

GG! Stuðul verður latin treyta. av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2016.