fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

 15.05.2017 (11:32)

Stuðulsfólk og avloysarar til Trivnaðardepilin - Eind 6

Søkt verður eftir einum starvsfólki at vera stuðul hjá rørslutarnaðum manni í Tórshavn og eftir avloysarum til Eind 6 í sambandi við feriur sjúku og annað.

 

Arbeiðsuppgávur

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Eind 6 er at veita grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt og námsfrøðiligan stuðul. Somuleiðis er uppgávan at arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við borgaran, aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi. 

 

Tú kemur at vera við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum og at arbeiða eftir ávísum leisti, har støðið verður tikið í tí einstaka borgaranum. Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støðið í møguleikum, heldur enn forðingum, og harafturat verður arbeitt tvørfakligt so borgarin fær tænastu á høgum støði.

 

Um størvini

Søkt verður eftir einum stuðulsfólki til rørslutarnaðan mann 4 til 5 tímar -  ein fastan dag um vikuna, og eftir fólki at avloysa í Eindini í samband við feriu, sjúku og annað.

 

Væntanir til umsøkjarar

Tað hevur týdning, at umsøkjarar hava hegni at arbeiða við fólki, hava hug at vera um, betra og tryggja gerandisdagin hjá fólki við menningartarni og øðrum brekum. Umsøkjarar skulu kenna týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur. Umsøkjarar skulu vera kropsliga og sálarliga væl fyri og duga at arbeiða sjálvstøðugt.   Harafturat er ynskiligt at umsøkjarar hava evnir at skapa góðan trivnað, hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Vit vænta eldhugað starvsfólk.

 

Vit kunnu bjóða

Eitt tvørfakligt arbeiðspláss við fjøltáttaðum uppgávum og við møguleika fyri at hava ávirkan á stovnin, sum er í støðugari menning.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 6. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn størv Eind 6”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26.05.2017 kl. 12.00

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elsu Klein Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297371 ella Rúnu Tausen, leiðara, á tlf. 297375.

hava deilt hesa grein.