Leita á in.fo

 29.11.2018 (14:45)

Taliráðgevi til Sernám

Søkt verður eftir einum taliráðgeva. Talan er um eitt 0,75 barsilsfarloyvissstarv at seta frá 1. februar 2019 ella sum skjótast eftir tað.

 

Sernám hevur, umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, eisini deildir í Norðoy, Eysturoy og Suðuroy.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hetta starvið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Tórshavn og Sandoynna.

 

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Eitt fakligt/tvørfakligt og sernámsfrøðiligt mennandi umhvørvi
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

 

 

Harumframt vænta vit, at umsøkjari:

  • Hevur áhuga fyri avbjóðingum, og er fúsur at royna nýggjar leiðir
  • Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir væl at skapa álit
  • Trívist við at samstarva við skiftandi fakbólkar

 

 

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:

  • At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
  • At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
  • At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
  • At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum

 

 

Førleikakrøv:

Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.

 

Setanartreytir til starvið:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth(at)sernam.fo. 

 

Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. desember 2018 og skulu sendast til:

 

Sernám á Frælsinum

Postboks 2036

FO-110 Tórshavn

ella sum teldubræv til sernam(at)sernam.fo 

 

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.