fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

 10.11.2017 (09:01)

Tangabilførari til Effo

Effo sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum persóni til bilførara á einum av okkara tangabilum í Eysturoy.

Starvið

Starvið er, at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi og annars at seta kundans tørv í fyrstu røð.

Abeiðið umfatar:

• Í fyrsta lagi koyring í meginøkinum.

• Í øðrum lagi annað arbeiðið í samband við oljuúrdráttir.

Tínir førleikar

Tú ert førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, at fylgja avtalaðum mannagongdum og hevur fulla fatan fyri okkara trygdarskipanum. Tú ert fleksibul og klárur at taka ímóti avbjóðingunum, tá kundin og Effo ynskja tað. Tað er ein treyt, at tú hevur tað stóra koyrikortið, og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar.

Vit bjóða

Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum umhvørvi.  Tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo í Eysturoynni. 

Vit bjóða mánaðarløn samb. galdandi sáttmála, harundir eisini eftirløn. Ert tú rætti persónurin, fært tú neyðuga upplæring.  

Umsókn

Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal vera okkum í hendi seinast 30. november 2017

Umsóknin skal sendast til:

P/f Effo 

Postboks 3098

110 Tórshavn

Frámerki: “Tangabilførari”

ella sum teldupost til hr(at)effo.fo

Miðja verður eftir at seta starvið í desember 2017.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Heðin Djurhuus, goymsluleiðara á tlf. 214211.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.