Leita á in.fo

 29.08.2017 (14:17)

Tekniskur leiðari til Tvøroyrar Kommunu

Tekniska deild

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara á Teknisku deild, tí verandi leiðari fer frá sum leiðari vegna aldur.

Undir Teknisku deild eru umframt tað  kommunala tekniska virksemi eisini Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið.

 

Høvuðsverkevni

  • Leiðsla á Teknisku deild, har Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið eru undirløgd
  • Býar- og byggi planlegging
  • Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir
  • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  • Stýring av kommunalum viðlíkhaldsarbeiðum
  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.
  • Projekteringsarbeiði og eftirlit
  • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar-arbeiði
  • Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir og vitarnar virksemi fyri alla deildina

 

 Vit kunnu bjóða

  • Góðar arbeiðsumstøður við møguleika til førleikamenning.
  • Eitt starv við nógvum áhugaverdum og avbjóðandi  uppgávum

 

 Førleikakrøv

  • Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving
  • Fyrimunur er at hava royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum
  • Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist
  • Munnligan og skrivligan førleika
  • Hollan telduførleika
  • Opna og fyrikomandi atferð
  • Evni, at ganga undan og geva íblástur í arbeiðinum
  • Leiðsluroyndir/-førleikar
  • Er ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og dugir væl bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Evni at samstarva, tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á
  • Evnar at virka í eini politiskari skipan

 

Setan og løn

Starvið verður at seta 1. november 2017 ella eftir nærri avtalu.

Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avarandi yrkisfelag.

 

Nærri fæst at vita

Um starvið við at venda sær til kommunustjóran Henrik Weihe Joensen á tlf. 221091 ella býarverkfrøðingin Tummas Sørensen á tlf. 211712


Umsókn

Saman við avritum av prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir, skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, Tvørávegur 37, FO 800 Tvøroyri, í hendi, viðmerkt ”Leiðari til Teknisku deild”, í seinasta lagi mikudagin 27. september 2017 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast sum teldupostur til: tvoroyri(at)tvoroyri.fo 


Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.

 

 

Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Øravíkarlíð og Ørðavík, og tað búgva umleið 1730 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 70 rakstrarstøð og 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. 

 

 

hava deilt hesa grein.