Skip to main content

Brennir tú fyri at standa á odda fyri tekniska økinum, og hevur tú tev fyri at arbeiða í eini politiskari skipan?

- So hevur tú nú møguleikan at søkja starvið sum tekniskur leiðari hjá Fuglafjarðar kommunu

 

STARVIÐ

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum. Harumframterleiðarinvið tilatmennaFuglafjarðarkommunusamanvið býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum. Tekniski leiðarin er eisini við í leiðslubólkinum hjá Fuglafjarðar kommunu.

 

Fuglafjarðar kommuna miðar ímóti at veita góða og skynsama tænastu, og strembar eisini eftir at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð. Hetta setir krøv til, at tekniski leiðarin hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan, og harvið stuðlar og ráðgevur býráðnum í ætlanini um at menna Fuglafjarðar kommunu í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív.

 

Høvuðsuppgávur

Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:

veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða viðgerð og tænastu

veita politikarum fakliga og  profesionellaráðgeving og dygdargóða tænastu

megna at halda visjónir og møguleikar ímiðdeplinum

tryggja at samtyktir verða framdar innan teirkarmar, ið býráðið og kommunan áseta

menna tekniska økið sum arbeiðs pláss, soleiðisat tað er spennandi og mennandi at fara tilarbeiðis

tryggja at Fuglafjarðar kommuna hevur ein sunnan rakstur

fyrireika og menna Fuglafjarðar kommunufakliga, soleiðis at Fuglafjarðar kommuna kanntaka við teimum avbjóðingum, sum framtíðinhevur at bjóða.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú:

-hevur verkfrøðingaútbúgving, ella annaðviðkomandi útbúgvingarstøði, saman viðroyndum

-hevur góðan kunnleika til og royndir innanleiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring

-hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir ogmennandi leiðslustíl

- dugir væl at samskifta bæði munnliga ogskrivliga

-hevur evni at raðfesta og tolir arbeiða undirtrýsti

-dugir og torir at taka avgerðir

-ert opin, fyrikomandi og hevur eintænastusinnaðan hugburð.

 

 

SETAN OG LØN

Starvið verður sett tann 1. august 2019, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

UMSÓKN

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen, kommunustjóra, á telefon 23 80 02, teldupost jakupl(at)fuglafjordur.fo 

 

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendií seinasta lagi fríggjadagin 26. apríl 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: info(at)fuglafjordur.fo,viðmerkt «Tekniskur leiðari».

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.



FUGLAFJARÐAR KOMMUNA

Fuglafjarðar kommuna, Ennivegur 38, Tel +298 668000, info(at)fuglafjordur.fo, www.fuglafjordur.fo