Leita á in.fo

 16.04.2018 (10:47)

Tíðaravmarkað starv sum 2. meistari til Smyril

Við hesum verður søkt eftir einum 2. meistara til Strandfaraskip Landsins at seta í tíðaravmarkað starv frá 15. mai 2018 til 31.desembur 2018.

Viðkomandi skal starvast umborð á Smyrli, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Smyrli er dagliga farleiðin Tvøroyri-Tórshavn

Arbeiðstíðin umborð á Smyrli er eina viku umborð og eina viku avspáking. Umstøður eru at búgva umborð.

 

Starvið sum 2. meistari

 

  • Høvuðsuppgávurnar hjá 2. meistaranum eru:
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.
  • Hava eftirlit við maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð.
  • Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan, og harvið tryggja, at alt er í góðum standi.
  • Tryggja at arbeiðsgongdir eru í tráð við ásetingar frá maskinstjóra.
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

 

 

Førleikakrøv

 

  • Maskinmeistari við 3 ára útbúgving
  • STCW áteknað vinnubræv sum maskinmeistari
  • Heilsuváttan, (bláubók) fyri sjófólk  
  • Førleikaprógv við ferðamannaskipum
  • Fult trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3,    A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
  • Skeið í rýmingarskipan (MES)
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Engine Recourse Management – ERM-skeið

 

Onnur viðkomandi krøv

  • Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum.
  • Teldukunnleika á brúkarastøði í mun til Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 6.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo ella til:

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

 

Umsóknirnar skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 27.apríl 2018.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, á tlf. 293044 millum kl. 09 - 15, ella við at senda ein teldupost til rok(at)ssl.fo 

 

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 oyggjaleiðir og 19 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á oyggjaleiðum,  og umleið 550.000 nýttu bussarnar á bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til umleið 120 ársverk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.