Leita á in.fo

 16.04.2018 (10:42)

Tíðaravmarkað starv sum 3. meistari til Smyril

Við hesum verður søkt eftir einum 3. meistara til Strandfaraskip Landsins at seta í at seta í tíðaravmarkað starv frá 1. juli 2018 til 1. august 2020.

Viðkomandi skal starvast umborð á Smyrli, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Smyrli er dagliga farleiðin Tvøroyri-Tórshavn

Arbeiðstíðin umborð á Smyrli er eina viku umborð og eina viku avspáking. Umstøður eru at búgva umborð.

 

Uppgávurnar hjá 3. meistara

Sum 3. meistari hevur tú ábyrgd fyri eftirlit og viðlíkahald við maskinrúmi og allari tekniskari útgerð umborð á skipinum. Við hesum skalt tú sostatt tryggja, at hesi eru í so góðum standi og fylgja øllum lógar- og fyriliggjandi krøvum, soleiðis at øll, bæði manning og ferðafólk kunnu kenna seg trygg.

 

Førleikakrøv

 

  • Maskinmeistari við 3 ára útbúgving
  • STCW áteknað vinnubræv sum maskinmeistari
  • Heilsuváttan, (bláubók) fyri sjófólk  
  • Førleikaprógv við ferðamannaskipum
  • Fult trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3,    A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
  • Skeið í rýmingarskipan (MES)
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Engine Recourse Management – ERM-skeið

 

Onnur viðkomandi krøv

  • Í mun til málførleika, skalt tú kunna samskifta og vegleiða ferðafólkini á donskum og enskum.
  • Teldukunnleika í mun til Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.       

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 3.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast við telduposti til eyj(at)ssl.fo ella til:

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

 

Umsóknirnar skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 27. apríl 2018

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningasamskipari, á tlf. 293044 millum kl. 09-15, ella við at senda ein teldupost til rok(at)ssl.fo 

 

 

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 oyggjaleiðir og 19 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 um 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á oyggjaleiðum,  og umleið 550.000 nýttu bussarnar á bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til umleið 120 ársverk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.