Leita á in.fo

 20.04.2017 (11:10)

Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til koyritoymið og hjálparfólk til Fjardeildina

Starvsfólk til okkara koyritoymi

kt verður eftir starvsfólki til okkara koyritoymi, sum er ein partur av logistikkdeildini á Tjaldurs Apoteki, at byrja 1. juni 2017. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum í fyrstu atløgu er tíðaravmarkað til 1 ár. 

 

Ábyrgdarøkir:

Sum partur av koyritoyminum syrgir tú fyri vøruflutninginum. Tú koyrir ordrar til m.a. Landssjúkrahúsið, Framleiðslueindina og Fíggjardeildina hjá Apoteksverkinum, okkara deild í Steinatúni, kommunulæknar, djóralæknar, bústovnar og ellis- og røktarheim.

 

Harumframt arbeiðir tú í vørumóttøkuni. Tú hjálpir við at fáa vøruna inn, tekur m.a. ímóti pakkum, pakkar ordrar, pakkar plattar, syrgir fyri at halda garasju og kjallara ruddilig, hjálpir starvsfólkunum í kjallaranum og húsavørðinum, tá tørvar er á tí; umframt annað fyrifallandi arbeiði. Fyrivarni skal takast fyri broytingum í starvinum.

 

Tínir førleikar:

 

  •  Tú ert røkin, álítandi og tekur ábyrgd.
  •  Tú megnar skiftandi arbeiðsuppgávur og arbeiðir sjálvstøðugt.
  •  Tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi.
  •  Tú hevur koyrikort til persónbil.
  •  Tú hevur nøkulunda góðar telduførleikar.
  •  Tú ert likamliga væl fyri til tey tungu tøkini.

 

Setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

 

Vilt tú vita meir?

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elin Mouritsen, deildarleiðara í logistikki, á tlf. 341149 ella send ein teldupost til elinm(at)apotek.fo

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn (við avriti av møguligum prógvi, viðmælum og upplýsing um royndir) skal vera Tjaldurs Apoteki í hendi í seinasta lagi 2. mai 2017. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til elinm(at)apotek.fo

 

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

Fo - 100 Tórshavn

www.apotek.fo 

 

 

Hjálparfólk til Fjardeildina

kt verður eftir einum hjálparfólki til Fjardeildina at byrja 1. juni 2017. Talan er um fulltíðarstarv, sum í fyrstu atløgu er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan vegna broytingar.

 

Ábyrgdarøkir:

 

  •  Avgreiða ordrar.
  •  Taka vørur fram.
  •  Pakka ordrar.
  •  Avloysa við telefon-skiftiborðið.
  •  Ymiskt fyrifallandi arbeiði.
  •  Ein dag um vikuna verður arbeitt út á kvøldið.

 

 

Tínir førleikar:

  •  Tú hevur edv-førleikar á brúkarastøði.
  •  Tú ert likamliga væl fyri.
  •  Tú hevur koyrikort til persónbil.

 

Løn og setanartreytir:

Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Vilt tú vita meir?

Hevur tú spurningar, set teg í samband við Petur Oluf Joensen, deildarleiðara, á tlf. 341100 ella send ein teldupost til poj(at)apotek.fo. 

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn (við møguligum viðmælum og CV) skal sendast til poj(at)apotek.fo í seinasta lagi 2. mai 2017.

 

Tjaldurs Apotek

R.C. Effersøesgøta 31

100 Tórshavn

www.apotek.fo 

hava deilt hesa grein.