fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

 03.07.2017 (09:51)

TØKNIDEILDIN Á GLASI: LÆRARI TIL EL

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Tøkni, ið er handverksdeildin á Glasi, søkir eftir lærara til el-økið

 

Sum lærari í eløkinum fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av elútbúgvingini. Tú fert at samstarva og býta vitan við hinar lærararnar á fakøkinum. Sum lærari á el skalt tú verða fakliga væl fyri, samstarva væl og duga at fáa næmingarnar at trívast.

 

FØRLEIKAR

Umframt at verða fakliga væl fyri skal tann, ið verður settur:

 

- hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi

- kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva

- trívast við broytingum og kunna skapa fylgiskap millum starvsfólk

- hava viðkomandi útbúgving og góðar KT førleikar

 

Tað er ynskiligt, at umsøkjarin hevur sveinabræv, viðkomandi starvsroyndir og hollan og dagførdan fakkunnleika. Hægri útbúgving kann geva fyrimun.

 


LØN OG TREYTIR

Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 7. august 2017 ella eftir avtalu. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

 


UMSÓKN

Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv(at)glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 2. august 2017 kl. 24:00.

hava deilt hesa grein.