Leita á in.fo

 31.07.2018 (10:38)

TÓRSHAVNAR KOMMUNA SØKIR EFTIR SLØKKILIÐSSTJÓRA

Kundi tú hugsað tær at verið leiðari hjá størsta sløkkiliðnum í landinum og staðið fyri átøkum í sambandi við eld og annað tilbúgvingararbeiði í kommununi, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

 

Vit bjóða eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú kemur at arbeiða saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum við góðum møguleikum at menna teg fakliga. Tú kemur at hava ábyrgdina av tilbúgvingini í kommununi, dagliga rakstrinum á sløkkiliðsstøðini, umframt fíggjarliga ábyrgd, og verður leiðari fyri starvsfólkunum.

 

Ábyrgdarøkið hjá kommunalu tilbúgvingini er ásett í tilbúgvingarlógini. Harafturat hevur Tórshavnar Sløkkilið kavaratilbúgving.

 

Tórshavnar sløkkilið hevur støðir í Tórshavn, 28 sløkkiliðsfólk, Kollafirði 12 sløkkiliðsfólk, Nólsoy 12 sløkkiliðsfólk, Velbastað/Kirkjubø 8 sløkkiliðsfólk, Heysti/Koltri 6 sløkkiliðsfólk, Kaldbak 6 sløkkiliðsfólk.

 

ARBEIÐSUPPGÁVUR

 Sløkkiliðsstjórin  

·       myndar sløkkiliðsstøðina, og stendur fyri samskiftinum og samstarvinum við borgarar, vinnu, samstarvsfelagar og myndugleikar

·       er fastur limur í tilbúgvingarnenvndini fyri Tórshavnar kommunu

·       hevur ábyrgd av, at váðameting og tilbúgvingarætlan eru dagførdar

·       hevur ábygd av umsiting og fíggjarstýring

·       er leiðari fyri øll starvsfólk við tilknýti til sløkkiliðsstøðina

·       hevur ábyrgd av útbúgving og venjing av sløkkiliðsmanningini

·       hevur ábyrgd av brunatekniskari byggimálsviðgerð og umsjón

 


FØRLEIKAKRØV

·       Átaksleiðaraútbúgving frá góðkendum skúla

·       Royndir sum innsatsleiðari/brandmaður

·       Brunateknisk útbúgving innan brunasýn og málsviðgerð – hendan útbúgving kann takast eftirfylgjandi

·       Aðrar útbúgvingar innan tilbúgving og leiðslu eru ein fyrimunur

 

Tað er umráðandi fyri starvið, at tú hevur áhuga í at ogna tær nýggja vitan innan økið, so at tú altíð hevur røttu førleikarnar til at røkja uppgávurnar. Eisini er umráðandi, at tú arbeiðir fyribyrgjandi og langskygt.

 

Málsliga er umráðandi, at tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum, skandinaviskum og enskum.


PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

 Dentur verður lagdur á at tú:

·       hevur góð leiðsluevni og megnar at veita góða tænastu, ráðgeving og sparring

·       hevur høgt trúvirði og ert álitisvekjandi í samstarvi við borgarar, starvsfólk, kommunala umsiting og aðrar samstarvsfelagar

·       dugir væl at samskifta og hevur gjøgnumslagskraft

·       megnar at halda fast í og menna myndugleikauppgávuna

·       hevur yvirblikk og megnar at raðfesta í fjølbroyttum uppgávum

·       dugir at skapa og viðlíkahalda relatiónir


SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið er lønt sambært 35. lønarflokki í tænastumannasáttmálanum, uttan at vera tænastumannastarv.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marius Müller, tekniskan stjóra, marius(at)torshavn.fo tlf. 215309 ella Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, bjorgfrid(at)torshavn.fo tlf. 280909.



UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast til torshavn(at)torshavn.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. august 2018 kl. 08.00.



Viðmerk umsóknina „Sløkkiliðsstjóri“.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.