fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 10.01.2019 (13:37)

Tveir námsfrøðingar og 4 starvsfólk til barnaverndarøkið í Almannaverkinum

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum og fýra starvsfólkum til bú- og viðgerðarstovn í Eind 10 í Almannaverkinum.

 

Endamálið við arbeiðinum í Eind 10 er at skapa eitt sosialpedagogiskt viðgerðarumhvørvi. Eitt viðgerðarumhvørvi, har børn, ung og familjur fáa teir menningarmøguleikar, sum teimum tørva til tess at skapa sær livikor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu og sosialu menningina. 

 

Okkara fakliga fatan hellir seg at neuroaffektivari heilabúning og vit arbeiða støðugt við at laga okkara sosialpedagogiska viðgerðarumhvørvi tætt at hesi fakligu fatan. 

 

Um størvini

Tvey námsfrøðingastørv á 40 tímar um vikuna til setan 01.02.2019 ella skjótast gjørligt.

 

Fýra farloyvisstørv á 40 tímar um vikuna til setan 1. februar ella skjótast gjørligt.

  • Eitt í tíðarskeiðinum frá 1. februar 2019 til 31. august 2019.
  • Tvey í tíðarskeiðinum frá 1. februar 2019 til 31. januar 2020.
  • Eitt í tíðarskeiðinum frá 1. februar 2019 til 30. november 2019.

 

Fyri øll størvini er galdandi, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um alt samdøgrið alt árið.

 

Førleikakrøv

Til námsfrøðingastørvini verður søkt eftir námsfrøðingum. Royndir innan økið kann vera ein fyrimunur.

 

Væntanir til námsfrøðingar

Væntað verður at tú hevur hug og handalag at skipa námsfrøðina í gerandisdegnum og at tryggja stabilitet í viðgerðini. Harafturat verður væntað fleksibilitet tá tað kemur til arbeiðstíðirnar í Eindini.

 

Væntanir til starvsfólk í tíðaravmarkaðum størvum

Væntað verður at tú hevur hug og dirvi at vera virkin saman við børnum og ungum og familjum. Vit vænta nærlagni, tá tað kemur til at fylgja námsfrøðiligu ætlanini og at umsøkjari áyrgdarfult átekur sær praktiskar uppgávur. Harafturat verður væntað fleksibilitet tá tað kemur til arbeiðstíðir. Royndir innan økið kann vera ein fyrimunur.

 

Um Eind 10 - Barnavernd

Eind 10 í Almannaverkinum er partur av Trivnaðardeplinum og er bú- og viðgerðar stovnur, ið virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir uppgávum, sum Barnaverndartænastan bíleggur frá okkum. Vit hava skipað okkum við eini Móttøkudeild, familjudeild og trimum traditionellum bú- og viðgerðar stovnum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Trivnaðardepilin Eind 10.  Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann vera umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. 

 

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eind 10”. Til ber eisini at senda umsókn sum bræv til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Vinarliga merkið brævbjálvan “Umsókn Eind 10”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.01.2019.

 

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hildur Hermansen, eindarleiðara á tlf. 297430, ella Sunrid Á Borg leiðara á tlf. 297496  ella Harriet Durhuus, leiðari á tlf. 297436.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.