Leita á in.fo

 05.01.2018 (08:52)

Tvey barsilsfarloyvisstørv á fíggjardeildini hjá Poul Hansen samtakinum

Poul Hansen samtakið søkir eftir tveimum dugnaligum og álítandi starvsfólkum til roknskapar- og fíggjardeildina at byrja í mars og apríl.

 

Høvuðsskipanin hjá fyritøkuni er Microsoft Dynamics AX.

 

Vit kunnu bjóða tvey áhugaverd og spennandi størv í einum samtaki við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.

 

Arbeiðsuppgávurnar í tí eina starvinum eru m.a. at hava ábyrgdina av fíggjarstýringini hjá øllum PH samtakinum saman við leiðaranum á deildini.

 

Tín vangamynd

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. HD ella cand. merc. og royndir innan fíggjarstýring, roknskap og bókhald
  • Tú hevur góðan kunnleika til roknskaparskipanir og KT, ert framsíggin á hesum økjum og dugir at síggja nýggjar virkisfremjandi møguleikar
  • Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt

 

Tú skalt vera til reiðar at byrja í starvinum 1. mars.

 

Arbeiðsuppgávurnar í hinum starvinum eru fyri ein part bókhaldsarbeiði og at tolla, útyvir tær vanligu uppgávurnar á eini fíggjardeild.

 

Tín vangamynd

  • Tú hevur royndir við at tolla og at bóka
  • Tú hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • Tú ert røkin og álítandi og dámar at hava gott skil á
  • Tú ert tænastusinnað/ur

 

Tú skalt vera til reiðar at byrja í starvinum 1. apríl.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstørv ella eftir avtalu. Lønar- og setanartreytir eru sbrt. sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K felagið.

 

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Ásu Hansen, leiðara á fíggjardeildini, á tlf. 227222 ella skriva til ahansen(at)ph.fo. 

 

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr(at)ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 21. januar 2018.

 

Stutt um P/F Poul Hansen Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsitur matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.

 

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum www.ph.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.