fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 7.5m/s

Leita á in.fo

 03.08.2018 (10:52)

Tvey starvsfólk til náttarvaktartoymi í Tórshavn

Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða sum náttarvakt hjá hálvt ára gomlum barnið, sum hevur tracheostomi.

 

Um starvið

Talan er um tvey størv á 20 tímar um vikuna at seta skjótast tilber. Arbeiðstíðin er frá kl. 23.00 til kl. 07.00. Størvini eru tíðaravmarkað til 31.10.2018.

 

Arbeiðsstaðurin er heima hjá borgaranum.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávan er fjøltáttað og krevur, at umsøkjarin er nærlagdur og førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Neyðugt er at hava royndir við smáum børnum, og uppgávan er at tryggja, at barnið fær røttu umsorganina og neyðugan stuðul. Arbeiðið snýr seg um at vera um hálvt ára gamalt barn, sum hevur tracheostomi. Tey, ið verða sett, fáa neyðuga upplæring.

 

Væntanir

Væntað verður, at tú ert heilsuliga væl fyri, at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur og tolir broytingar, bæði í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðsstað. Tað hevur týdning, at tú hevur áhuga innan serøkið, og at tú er røkin og álítandi. Vit vænta umsøkjarar, sum hava kt-førleikar á brúkarastøði.

 

Um eind 7

Eind 7 í Trivnaðardeplinum veitir tænastu til børn og vaksin við fjølbreki í Suðurstreymoy og Sandoy.

Í eindini eru Fjølbrekatoymið Smæran í Tórshavn, Virknis- og umlættingardepilin á Sandi, Sambýlið Eirargarður í Tórshavn, náttarvaktartoymir og stuðulstoymir í heimunum hjá borgarum.

 

Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini, og leggja dent á góðan trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Javnvirði er partur av gerandisdegnum, og vit virðismeta ymisleikar og stuðla borgarum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 7. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn náttarvaktartoymi -  Eind 7”.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi  17. august 2018 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Barbaru S. Berg, eindarleiðara, á tlf. 297422, ella Jóhonnu Jancyardóttir, leiðara, tlf. 297989.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.