fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 09.05.2018 (15:36)

Tvey starvsfólk til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági.

Søkt verður eftur tveimum starvsfólkum til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági. Sambýlið er fyri fólk við sálarligum avbjóðingum og har búgva 5 fólk.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar í Sambýlinum á Húsadalsvegi eru fjølbroyttar og eru m.a. at skipa innihaldið í gerandisdegnum hjá teimum sum búgva í sambýlinum, og at stuðla og stimbra tey í at fáa gerandisdagin at virka.

Somuleiðis er uppgávan at veita stuðul til heimabúgvandi persónar, ið eru knýttir at Eindini.

 

Um størvini

·         Eitt starv fulla tíð at byrja tann 01.07.2018 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

 

·         1 barnsburðarfarloyvisstarv á 0,8 tíð at byrja tann 01.07.2018 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

 

Førleikakrøv

Til fasta starvið:

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, námsfrøðingur, ergoterapeutur ella fysioterapeutur. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri.

Tað er neyðugt at hava koyrikort til bil.

 

Til barnsburðarfarloyvisstarvið:

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, námsfrøðingur, ergoterapeutur, fysioterapeutur ella hjálparfólk. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri.

Tað er neyðugt at hava koyrikort til bil.

 

Væntanir

Væntað verður, at fylgt verður eftir virkisætlanum, viðgerðarætlanum og mannagongdum, sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum í Sambýlinum, umframt at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðnum.

Somuleiðis verður væntað at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.

Eisini verður væntað, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt og  ert sálarliga og likamliga væl fyri.

 

Trivnaðardepilin – Eind 4

Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu, og alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágunum hoyrir til Eind 4.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardepilinum – Eind 4. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag  Føroya.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn, Viðmerkjast skal. “Umsókn Eind 4 – Sambýlið á Húsadalsvegi”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 23.05.2018 kl.12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.