fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 11.05.2018 (10:25)

Umsjónarfólk til Tórshavn Kamping

Søkt verður eftir umsjónarfólki til at taka sær av kampingplássinum í Havn at byrja 1. juni 2018.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

·         skipa móttøkuna av húsvognum og tjøldum

·         taka ímóti og avgreiða gestir

·         hava ábyrgdina av at halda plássið og húsið ruddiligt og reint

·         aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Vit vænta, at tú:

·         ert røkin og ábyrgdarfull/-ur

·         Dugir føroyskt, dansk og enskt í skrift og talu, fyrimunur er at duga týskt eisini.

·         Hevur telduførleika á brúkarastøði

·         ert sjálvstøðug/-ur og partvíst skipar tín egna arbeiðsdag

 

Talan er um eitt árstíðarbundið starv, frá juni til oktobur. Roknast má við kvøldar- og vikuskiftisarbeiði.

Løn sambært avtalu.

 

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Visit Tórshavn, T: 302425 @: torsinfo(at)torshavn.fo

 

Skrivlig umsókn skal vera Visit Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. mai kl. 20.00

 

Umsóknir kunnu sendast til:

torsinfo(at)torshavn.fo

ella

Visit Tórshavn

Niels Finsensgøta 17

Boks 379

110 Tórshavn 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.