Leita á in.fo

 06.12.2017 (15:45)

Varastjóri til Landssjúkrahúsið

Í sambandi við, at setanarskeiðið hjá verandi varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund rennir úr, verður starvið lýst leyst til setan 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt.

 

 

Sum sjúkrarøktarfakligur varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum saman við sjúkrahússtjóranum og varastjóranum við læknafakligari bakgrund. Tín næsta tilvísing uppeftir verður sjúkrahússtjórin.

 

 

Týdningarmestu uppgávurnar hjá varastjóranum verða í høvuðsheitum:

  • at verða við í strategisku planleggingini og arbeiða saman við hinum í sjúkrahúsleiðsluni umframt
  • ábyrgd fyri yvirskipaða sjúkrarøktarfakliga rakstrinum og menning,
  • samábyrgd fyri innføringini av yvirskipaðum málum, strategium og fokusøkjum,
  • samábyrgd og virkisfýsni at halda fíggjarætlanir og at seta neyðug tiltøk í verk í hesum sambandi,
  • sjúkrarøktarfakligur ráðgevi og sparringspartnari hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum umframt sjúkrahús- og depilsleiðslunum.

 

Vit bjóða:

  • eitt avbjóðandi og spennandi arbeiði við møguleika fyri persónligari og fakligari menning,
  • eina virkna og toymissinnaða sjúkrahúsleiðslu við plássi fyri humori,
  • eitt sjúkrahús við tørvi og ynski um at styrkja sjúkrarøktaryrkið.

 

Førleikar:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving og royndir innan leiðslu og fyrisiting
  • Holla vitan um sjúkrarøktina frá fleiri økjum
  • Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini
  • Kunnleika og innlit í fíggjarstýring
  • Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Góð leiðsluevni
  • Skapandi evni og óbundin av vanahugsan
  • Duga og tora at raðfesta uppgávur
  • Stigtakari, planleggur og gjøgnumførir

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund fyri Landssjúkrahúsið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á lønarstig 13.

 

Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið við tilhoyrandi stovnum. Tænastustaðið verður Landssjúkrahúsið, og setanarmyndugleikin er Heilsu- og innlendismálaráðið.

 

Í sambandi við skipan av einum felags leiðslutoymi fyri samlaða sjúkrahúsverkið má tann, ið settur verður, tola møguligar broytingar í starvinum.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

 

Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, teldupost:  ronnie.midjord(at)ls.fo

 

Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til:

 

Heilsu- og innlendismálaráðið

Eirargarður 2

FO-100 Tórshavn

 

Umsóknarfreistin er 2. januar 2018

 

Meira fæst at vita um Landssjúkrahúsið á heimasíðuni www.ls.fo

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.