fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

 04.08.2017 (14:29)

Vaskifólk til Smyril

Starv sum vaskifólk er leyst at søkja hjá Strandfaraskipum Landsins. Viðkomandi skal byrja umborð á Smyrli, men kann til eina og hvørja tíð verða fluttur til aðrar deildir hjá Strandferðsluni, sum álagt av leiðsluni. Talan er um fast starv og at kunna byrja beinanvegin.

 

Starvið sum vaskifólk

Starvið er tímalønt og fevnir um alla vanliga reingerð. Arbeiðstíðin er tilsamans 12 tímar um vikuna og fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli, tvs. arbeiðstíðin er á kvøldi, tá Smyril er komin til kei.


Vit vænta, at
• tú ert álítandi, skyldrøkin og ábyrgdarfullur persónur
• tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
• tú ert likamliga væl fyri
• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

 

Royndir innan reingerð er ein fyrimunur.

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag ella avvarðandi limafelag.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av møguligum ummælum skulu sendast til :

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

Fo-810 Tvøroyri

 

ella við at senda ein teldupost á eyj(at)ssl.fo og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 20. august. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðaran á tel. 293046 ella við at senda ein teldupost til [email protected]  

hava deilt hesa grein.