fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 5.3m/s

Leita á in.fo

 12.02.2018 (12:07)

Vegleiðari til førleikameting

Vilt tú vera við til at íverkseta førleikameting í Føroyum?

Yrkisdepilin sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum vegleiðara í tíðaravmarkað starv hálva tíð frá 1. apríl og árið út, við møguleika fyri fastari setan, um neyðug fígging fæst til starvið og partarnir ynskja at halda fram við samstarvinum.

 

Tann, sum verður settur í starvið skal vegleiða einstaklingum, ið skulu førleikametast, umframt lærarum og øðrum starvsfólki, sum skulu starvast við og fremja førleikameting í verki.

 

Arbeiðið fevnir harumframt um, saman við samskiparanum av førleikametingini, at gera leiðreglur, vegleiðingar og oyðubløð, eins og at kunna alment um førleikameting, lívlanga vegleiðing og lívlanga læring sum heild.

 

Uppgávurnar eru m.a.

saman við samskiparanum at seta í verk førleikameting, herundir:

  • vegleiða einstaklingar í sambandi við førleikamenning, útbúgving og starvsmøguleikar
  • vegleiða og fyrireika avvarðandi útbúgvingarstovnar til skipanina við førleikameting
  • vera við til at førleikameta umsøkjarar
  • gera og tillaga kunningartilfar um førleikameting
  • arbeiða við heimasíðu til endamálið

 

 

Førleikakrøv

Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur:

  • útbúgving og royndir innan vegleiðing
  • royndir við kunning og samskifti, eins og kunnleika til kunningar- og samskiftistøkni
  • góðan kunnleika til mál, serliga føroyskt
  • førleika at arbeiða sjálvstøðugt og væl skipað

 

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag, t.e. AKF, BLF ella Starvsmannafelagið.

 

Vit bjóða

Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at bróta upp úr nýggjum. Starvið hevur nógvar skiftandi uppgávur og nógv samskifti inn- og úteftir.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast til:

 

Yrkisdepilin

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

FO-110 Tórshavn

 

Ella sum teldupostur til: yrkisdepilin(at)yrkisdepilin.fo 

 

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi á sunnudagin 25. februar 2018.

 

Ynskjast fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Randi Frederiksberg, leiðara á Yrkisdeplinum, á tlf. 212000.

 

Yrkisdepilin er fyrisitingarlig eind undir Mentamálaráðnum ið hevur yvirskipaðu umsitingina av arbeiðsmarknaðar– og yrkisútbúgvingarmálum. Depilin er eisini fyrisiting og skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og Yrkisnevndini. Yrkisdepilin fyrisitur harumframt ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.