fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.7m/s

Leita á in.fo

 03.01.2018 (15:33)

Verkætlanarstarv á Hagstovu Føroya

Hagstova Føroya fer í næstum undir nýggja verkætlan, sum hevur til endamáls at útgreina løn og arbeiðstíð hjá løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Tín høvuðsuppgáva í verkætlanini verður at sniðgeva og byggja eina skipan til móttøku og víðari hagtalsviðgerð av dátum úr lønarbókhaldsskipanum hjá privatu og almennu arbeiðsgevarunum. Tú skalt tí eisini finna ein felags leist fyri dátuflutningin saman við KT-veitarum av lønarskipanunum.

 

Tínir førleikar

Tú hevur langa ella miðallanga útbúgving innan KT ella líknandi frá hægri lærustovni. Tú er vanur at byggja skipanir til flutning, móttøku og goymslu av dátum, og hevur royndir við at skipa dátur í dátugrunnum. Innlit í samfelagsviðurskifti gevur ein fyrimun.

 

Á Hagstovuni eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og hevur eitt skipað arbeiðslag. Tú kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Tú kennir eisini tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 1. januar 2019. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Umsókn

Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til hagstova(at)hagstova.fo og skriva “Verkætlanarstarv” sum evni.

 

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Kára Holm Johannesen, verkætlanarleiðara, á 352809 ella á khj(at)hagstova.fo.   

 

Umsóknarfreistin er sunnudagin 21. januar 2018 á midnátt.

 

Um Hagstovu Føroya

Hagstovan er almenni hagtalsmyndugleikin í Føroyum. Her framleiða vit mest avgerandi samfelagsligu hagtølini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.