Leita á in.fo

 07.12.2017 (10:42)

Verkførari til Berg Motors

Søkt verður eftir einum verkførara til okkara plátuverkstað í Tórshavn, at byrja skjótast gjørligt.

 

Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
· Vanligt plátusmiðuarbeiði
· Sýna skaðar
· Avgreiðsla og gott samstarv við okkara samstarvspartnarir

 

Førleikakrøv
Vit vænta at umsøkjarin
· Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
· Arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
· Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
· Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
· Hevur koyrikort til persónbil

 

Setanarviðurskifti
Talan er um fultíðarstarv, sum er ásett at verða umleið 40 tímar um vikuna.

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

 

Umsóknir
Umsókn skal sendast til co(at)bergmotors.fo, hevur tú spurningar um starvið ber til at ringja til Dion Wardum á tlf. 507778


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.