Leita á in.fo

 11.09.2017 (10:06)

Verkfrøðingur til Menningardeildina

Málið er, at Føroyar verða 100 prosent grønar Føroyar í 2030, og vit hava brúk fyri enn einum verkfrøðingi, gjarna sivilverkfrøðingi sum við íblástri og kveikjandi arbeiðslagi er við til at røkka hesum máli. Nýggja Mennningardeild okkara sóknast eftir eldhugaðum verkfrøðingi til fulltíðarstarv, sum fær ávirkan á orkuøkið í Føroyum. Tann, sum settur verður, hevur skrivstovu á høvuðsskrivstovuni hjá SEV við Landavegin í Havn.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við grønum verkætlanum og innan verkætlanarleiðslu. Alneyðugt er, at tú hevur góðar sosialar førleikar og góð samstarvsevni. Tú dugir eisini væl at greina, og sum heild ert tú væl skipaður í tínum arbeiði. Harumframt dugir tú væl at orða teg bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum  og enskum.

 

Uppgávur

Talan er um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur innan menningar- og orkuøkið. Nakrar av uppgávunum eru at gera útrokningar, staðseting, greina áhugaverd orkuøki – tað verði seg m.a.  sól, vind, vatn og sjóvarfalsorku. Eisini verður nógv samskifti við samstarvsfelagar okkara í Føroyum og uttanlands.

 

SEV

 

SEV bjóðar tær:

 

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

SEV er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

 

Løn

Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Terja Nielsen, leiðara á Menningardeildini á telefon 346800. Umsóknarfreistin er týsdagin 26. september 2017. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: starv(at)sev.fo 

 

hava deilt hesa grein.