Leita á in.fo

 05.06.2018 (10:17)

Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og tvey avloysarastørv.

 

Størvini eru:

20 tímar          fast starv á smábarnaøkinum í Tórshavnar kommunu frá 16. juli 2018

 

20 tímar          avloysarastarv á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu frá 1.

august 2018 til 1. juli 2019

 

32 tímar          avloysarastarv innan skúlaøkið í Tórshavnar kommunu og skúla- og smábarnaøkið í Vága/Sørvágs kommunu. Høvuðsstarvið er í Eysturskúlanum. Starvið verður sett frá 1. august 2018 til 30. juni 2019.

 

Vit kunnu bjóða:

•          Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði

•          Fakligt mennandi umhvørvi

•          At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

 

Førleikakrøv:

•          Útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur

•          Útbúgving sum heilsufrøðingur

•          Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.

•          Áhuga fyri fakligari menning

 

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

·         Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding

·         Royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

 

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við

menningartilgongd.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
710 Klaksvík

 

ella umvegis teldupost: heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo

 

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. juni 2018.

 

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.