Leita á in.fo

 12.03.2019 (14:53)

Vilt tú nakað vilt?

Kvívíkar kommuna søkir eftir starvsfólkum til frítíðarskúlanum. Einum námsfrøðingi í fast starv og einum hjálparfólki, ið verður sett til 28.06.2019. Størvini eru 20-25 tímar um vikuna millum kl 12.00 og 17.00.

 

Hugsar tú kreativt og droymir um at arbeiða við projektum?

Er nærlagni og nærvera akkurát tú?

Sært tú møguleikarnar í okkara nærumhvørvið?

Elskar tú at vera aktiv/ur og at hanga út?

Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið?

 

Brennir tú fyri at geva okkara børnum ein aktivan og spennandi dag, so geva vit tær møguleikan at gera okkurt vilt, sum tú vilt.

 

Lønar og setanartreytir:

Størvini verða  sett frá 1. apríl ella eftir nærri avtalu.

 

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 

Meira kann fáast at vita um starvið við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir leiðara á telefon tlf. 292412.

 

Umsókn við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi seinasta lagi mánadagin 25. mars 2019.

 

Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna 1

340 Kvívík 

stovnur(at)kvivik.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.