fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

 02.10.2017 (13:43)

Vilt tú vera við til at marknaðarføra og staðseta eitt samtak í stórari menning?

Starvið sum marknaðar– og samskiftisleiðari í Betri samtakinum er leyst at søkja.

 

Sum marknaðar– og samskiftisleiðari fært tú í tøttum samstarvi við stjórn og leiðslur í øllum feløgum í samtakinum ábyrgd av at menna okkara marknaðarførings- og samskiftisøki.

 

Tú verður leiðari fyri okkara marknaðar– og samskiftisdeild, har tað í dag starvast 5 dugnalig og eldhugað starvsfólk.

 

Sum leiðari hevur tú m.a. ábyrgdina av at:
• Orða, leiða og menna marknaðarførings– og samskiftisstrategiina samsvarandi forrætningsstrategiini fyri           samtakið
• Leggja til rættis marknaðar– og samskiftisátøk fyri øll feløgini í samtakinum
• Leggja til rættis og stuðla undir innanhýsis og uttanhýsis samskiftinum í samtakinum í tøttum samstarvi við       leiðsluna
• Leiða starvsfólkini á deildini

 

Marknaðar– og samskiftisleiðarin er partur av stápsleiðaratoyminum og vísir til umsitingarstjóran í Betri P/F.

 

Vit hava tørv á einum leiðara sum:
• Brennur fyri marknaðarføring og samskifti
• Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni innan marknaðarføring og samskifti
• Hevur leiðsluroyndir
• Hevur góð analytisk evni og innlit í vinnu- og fíggjarøki
• Hevur gott innlit í sølu
• Er ein sterkur verkætlanarleiðari, sum megnar at bera hugskot ígjøgnum og seta tey í verk
• Kann motivera onnur og skapa eldhuga
• Dugir væl at orða seg í skrift og talu
• Dugir væl at samskifta bæði uttanhýsis og innanhýsis

 

Vit kunnu bjóða:
• Eitt áhugavert starv í einum samtaki í stórari menning, har tú fært møguleika at seta tín egna dám á starvið       og deildina
• Fakliga dugnalig starvsfólk, sum øll brenna fyri at vera við til at føra samtakið víðari fram á leið
• Eitt gott arbeiðspláss við góðum starvsfólkum og góðum arbeiðsumhvørvi

 

Setanarviðurskifti:
Løn samsvarandi førleikum og ábyrgd. Setanartreytir annars verða
ásettar í serligum sáttmála.

 

Umsóknarfreist er 22. oktober 2017 kl. 12.00.

 

Starvið verður sett skjótast til ber, tó hava vit tíð at bíða eftir tí rætta persóninum um neyðugt.

 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Mortan Poulsen, umsitingarstjóra í Betri P/F, teldupostur [email protected] ella Mariu á Dul, HR-leiðara, teldupostur [email protected] 

 


Betri samtakið er skipað við móðurfelagnum Betri P/F og dótturfeløgunum Betri Trygging, Betri Pensjón, Betri Banka og Betri Heim, sum er dótturfelag hjá Betri Banka. Í Betri samtakinum starvast í løtuni 300 starvsfólk. Dótturfeløgini reka dagliga virksemið innan trygging, pensjón, banka og húsamekling. Móðurfelagið tekur sær í høvuðsheitum av stápsfunktiónunum hjá samtakinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.