Leita á in.fo

 05.10.2017 (12:00)

VISITATOR TIL ØKISTÆNASTUNA ROÐAN

Talan er um eitt avbjóðandi og gevandi starv til setan 1. januar 2018. Aðalmálið við starvinum er at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Roðan um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan.

 

UPPGÁVURNAR HJÁ VISITATOR ERU Í HØVUÐSHEITUM:

 

·         at visitera til røkt, viðgerð og tilboð

·         at gera málrættaða saksviðgerð

·         at skráseta og skjalfesta í 3V skipanini

·         visitera til umlætting og dagtilboð

·         visitera til búpláss

 

VIT VÆNTA AT TÚ:

 

·         hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

·         hevur góðan teduførleika

·         dugur væl at samskifta í skrift og talu

·         hevur góð samstarvseni

 

VIT BJÓÐA TÆR:

 

·         Eitt gott arbeiðspláss við góðum umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum

·         Møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tænastum og tilboðum hjá Roðanum

·         Góða innleiðslu og upplæring

 

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið/ KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið verður skipað undir økistænastuni Roðanum

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jóngerð Guttesen leiðara,
jongerdg(at)rodin.fo tlf. 793300


Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning og viðkomandi skjølum skulu sendast við posti til: Roðin, Friðartún 1, 620 Runavík ella við telduposti til:
rodin(at)rodin.fo. Viðmerk umsóknina “visitator til Roðan”.

Umsóknarfreistin er 23.oktober 2017 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.