fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

 06.06.2017 (12:11)

Vit sóknast eftir BLIKKSMIÐI

Vegna økt virksemi, søkja vit eftir blikksmiði

 

Vit bjóða tær

• eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum.

• at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.

• møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.

 

Sum blikksmiðjur arbeiðir tú úti hjá kundum okkara, á størru byggiplássunum og á okkara blikksmiðju.

 

Vit vænta, at tú

• skilur týdningin av góðum handverki, dygd og tí fakliga

• hevur royndir innan yrkið

• dugir at arbeiða sjálvstøðugt

• ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin

 

Løn

Løn sambært avtalu.

 

Um Mariu Poulsen

Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum.

Tað eru góðar arbeiðsumstøður, góðir samstarvsfelagir, og arbeitt verður í einum jaligum fakligum

arbeiðsumhvørvi.

 

Spurningar

Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja á tel 22 77 20 og tosa við Kjartan á Dul.

 

Umsóknarfreist

Mánadagin 3 Juli 2017.

Send umsókn til: kd(at)mp.fo

(viðmerk: »umsókn«).

hava deilt hesa grein.