Leita á in.fo

 11.01.2018 (10:39)

Vit sóknast eftir HANDILSLÆRLINGI

Til HVS handil okkara tørvar okkum ein dugnaligan lærling, at ráðgeva kundum okkara.

 

Vit bjóða tær

• eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi

avbjóðingum.

• at gerast partur av einum dugnaligum

starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.

• møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og

á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.

 

Vit vænta, at tú

• skilur týdningin av góðari kundarøkt, dygd

og tí fagliga

• dugir at arbeiða sjálvstøðugt

• ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin

• setur kundan í fremstu røð

 

Løn

Løn og setanartreytir sambært sáttmála hjá S&K.

 

Um Mariu Poulsen

Maria Poulsen er millum elstu

fyritøkur í landinum og størsti

heildarveitari innan HVS í Føroyum.

Tað eru góðar arbeiðsumstøður, góðir

samstarvsfelagir, og arbeitt verður í

einum jaligum fakligum arbeiðsumhvørvi.

 

Spurningar

Nærri fæst at vita um læruplássið, við

at ringja á tel 22 77 20 og tosa við

Kjartan á Dul

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er Mánadagin 12. Feb 2018.

Starvið verður sett skjótast gjørligt

 

Send umsókn til: kd(at)mp.fo

(viðmerk: »umsókn«).

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.