fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 11.04.2017 (15:57)

Vit sóknast eftir HANDILSLÆRLINGI

Til HVS handil okkara tørvar okkum ein dugnaligan lærling, at ráðgeva kundum okkara.

 

Vit bjóða tær

• eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi avbjóðingum.

• at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.

• møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.

 

Sum handilslærlingur arbeiðir tú í einum framkomnum handli. Lærutíðin er upp til trý ár, alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan.

 

Vit vænta, at tú

• skilur týdningin av góðum handverki, dygd og tí fakliga

• dugir at arbeiða sjálvstøðugt

• ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin

• setur kundan í fremstu røð

 

Løn

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

 

Spurningar

Nærri fæst at vita um læruplássið, við at ringja á tel 22 77 20 og tosa við Kjartan á Dul.

 

Umsóknarfreist

Mánadagin 24. apríl 2017.

Send umsókn til: kd(at)mp.fo 

(viðmerk: »umsókn«).

 

Um Mariu Poulsen

Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum.

Tað eru góðar arbeiðsumstøður, góðir samstarvsfelagir, og arbeitt verður í einum jaligum fakligum

arbeiðsumhvørvi.

hava deilt hesa grein.