fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

 04.01.2019 (11:26)

Vónin søkir goymslufólk

Deild okkara við Norðskála søkir eftir dugnaligum goymslufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv.

 

Arbeiðið umfatar m.a.:

-  Innkeyp og sølu

-  Goymslustýring

-  Vørumóttøka

-  Avgreiðslu av bíleggingum

-  Útkoyring

 

Vit vænta at tú:

-  ert álítandi

-  ert skipað/ur og røkin

-  hevur lætt við at samskifta

-  hevur útbúgving ella royndir sum goymslufólk

-  dugir at orða teg á skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

-  tú hevur lætt at arbeiða við teldu

 

Tað er ein fyrimunur um tú dugir at arbeiða við Navision

 

Starvstreytir

Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu.

 

Umsókn

Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Kenneth Jacobsen á telefon 219606.

 

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. januar og skulu sendast til kj(at)vonin.com 

 

Um okkum

Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. Vónin hevur umleið 350 fólk í starvi.

 

Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini við Norðskála starvast 25 fólk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.