23 el-bilar skrásettir higartil í ár

Higartil í ár er talið av skrásettum el-persónbilum í Føroyum vaksið við 23 sum er ein broyting upp á góð 23 prosent.


Á nýggjárinum vóru 99 el-persónbilar skrásettir, og í dag eru teir 122 í tali vísa tøl úr hagtalsskipanini hjá Akstovuni.

 

Tilsamans eru 134 elrikin akfør í Føroyum. Umframt teir 122 persónbilarnar, so eru 2 vøruvognar, 7 prutl, 1 motorsúkkla og 2 hýruvognar, sum eru el-rikin.

 

Tilsamanbering so eru 18.612 bensinbilar og 14.843 dieselbilar í Føroyum. Tað svarar til, at 49,4 prosent av akførunum í Føroyum eru bensinbilar. 10,9 eru viðfestisvognar av ymsum slag. 0,4 eru el-bilar og 39,4 prosent eru dieselbilar.